Lone Grønborg

Íverksetarahúsið

j

12/04/2015

LoneGronborg

Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.

Hesi seinastu árini hevur blámusoppur verið ein plága fyri føroyska samfelagið. Hann ger stóran skaða, sum kostar nógvar pengar í umvælingum og umbyggingum.

Síðani 2010 hevur Inniluft Tænastan, sum Lone Grønborg eigur og rekur, fingist við at gera kanningar og at fáa staðfest um soppur er, áðrenn hann hevur gjørt ov stóran skaða. Afturat tí fæst fyritøkan við inniluft sum heild, sum hevur stóran týdning fyri fólk við ovurviðkvæmi og astma.

Lone Grønborg er cand. scient í lívfrøði og ráðgevi í inniklima. Afturat kanningum veitir hon ráðgeving, heldur skeið og fyrilestrar fyri at breiða vitan um blámusopp og teirra ávirkan á inniklima.

Hoyrið meiri um Lone fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.