Árni Skaale fekk heiðurin sum Ársins Íverkseti 2017

Íverksetarahúsið

j

31/03/2017

Fyri løtu síðan kunngjørdi løgmaður í einum fullsettum Østrøm, at Árni Skaale stjóri í LookNorth er kosin Ársins Íverkseti 2017.

Ársins Íverksetaradagur varð fyrrapartin hildin í Østrøm í Tórshavn. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.
Sum partur av árligu heiðranini av føroyskari íverksetan vórðu heiðurslønir handaðar. Granar, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, og sum Óli Skarðenni hevur gjørt.

Ársins Íverkseti 2017
Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevur valt Árni Skaale stovnara av LookNorth til Ársins Íverkseta.

Løgmaður flutti fram hesi orð:
Ársins íverksetari fór undir sítt virksemi um aldarskiftið. Hann brúkti ikki nógva tíð at umráða seg í, áðrenn hann legði seg út í nýggju verkætlanina.
Sama dag sum ársins íverkseti segði seg úr starvi í Danmark, tók hann flogfarið heim og helt stovnandi aðalfund í felagnum.

Síðan stovningardagin hevur fyritøkan bæði havt mótburð og framburð. Í dag er talan um eina sunna og sterka fyritøku.

Frá fyrsta degi hevur ársins íverkseti lagt nógv fyri at bróta slóð og at nøra um eitt fjølbroytt vinnulív. Og hetta hevur alla tíðina endurspeglað Ársins Íverksetara. Í stavnhaldinum stendur, at fyritøkan hvørt ár skal framleiða fýra nýggjar vørur. Ikki hissini mál at seta sær.

Ársins Íverksetari, sum hevur fyritøku í Klaksvík, brennir fyri íverksetan og nýhugsan. Hann vil fegin geva ungum íverksetarum og skúlanæmingum møguleika at arbeiða við sínum hugskotum í hansara fyritøku. Hann er sonn fyrimynd og góður samstarvsfelagið fyri tey, sum arbeiða í og við íverksetan í Føroyum.

Tá ið tú hevur sett tær fyri at vera nýskapandi í øllum tí, tú ger, merkir tað eisini, at onki hugskot verður vent í hurðini-  og sum Ársins Íverksetari tekur til – fyrr enn tað er kannað væl og virðiliga.

Ársins íverksetari kann vísa á frálík fíggjarlig úrslit seinastu árini. Eisini á hesum økinum er hann ein fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur.
Eisini gongur hann undan, tá tað snýr seg um sosiala íverksetan. Ársins Íverksetari hevur staðið á odda fyri fleiri tiltøkum í sínum lokaløki, sum hava skapt trivnað í nærumhvørvinum.

Við sínum nýhugsandi hátti hevur Ársins Íverksetari gingið undan, tikið stóran váða og givið øðrum íblástur. Hetta hevur hann sæð sum sína stóru uppgávu, og drívmegin er áhaldandi at skapa okkurt nýtt.
Ársins Íverksetari er Árni Skaale, stjóri á LookNorth”

Ársins Innovation til JT electric
John Syderbø, produkt og marknaðarstjóri á Føroya Tele kunngjørdi, hvønn dómsnevndin hevði valt til Ársins Innovatión.

John flutti fram hesi orð:
Innovatión hevur stóran týdning fyri menningina í føroyska búskapinum. Skal samfelagið fram á leið er neyðugt við nýhugsan, og tí er umráðandi at arbeiða miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan, so at nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar.

Ársins Innovation 2017 verður latin einari fyritøku sum gjøgnum árini hevur arbeitt nógv við innovation og hevur hetta sum ein fastan part av sínum forrætningsgrundarlagið. Fyritøkan hevur gjørt fleiri innovativar loysnir innan tað vinnuna, sum hevur ment seg skjótast seinastu árini, og nú hevur alstóran týdning fyri føroyska búskapin – nevniliga alivinnuna.

Í ár verður heiðurin latin fyri eina fóðurskipan, sum fyritøkan hevur ment.
Forritið stýrir øllum komponentunum so at fóðri verður transportera út til tann rætta ringin. Harumframt er tað eisini hetta forritið, sum fortelur alaranum hvussu nógv hann maksimalt kann koyra í hvønn ring í eitt givið tíðarskeið.

Øll skipanin er ment við tí nýggjastu tøknini í er til taks, og er forritið gjørt á ein hátt so tað er opið fyri øðrum skipanum. Eitt nú kann ein við
relativt lítlum broytingum levera eina ronkilsisfóðurskipan, so alarin kann halda styr á roknilsinum á sama hátt sum laksinum.

Fóðurskipanin er ment í tøttum samstarvi við teir føroysku alararnar.
Seinni í ár er skipanin í brúk hjá øllum alifeløgunum í Føroyum, og eftirspurningur er longu uttanlanda eftir skipanini. Fóðurskipanin er tað síðsta produktið sum manglaði í, fyri at kunna veita eitt komplet alibrúk ment og framleitt av feløgum í Fuglafirði.

Ársins Innovatión gevur møguleika fyri at henda týdningarmikla vinna framhaldandi kann veksa burðardygt og skapa arbeiðspláss her á landi.
Fyri hesa nýskapan – at fóðurskipanin kann tillagast til aðrar hættir og
skipanir at fóðra uppá – vinnur JT electric Ársins Innovation 2017.

Fyrr í ár vóru 10 ár liðin síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovna og var hetta 9. ferð, at Ársins Íverksetaradagur varð hildin. Fullsett var til tiltakið.

Mynd: Portal.fo/Jens Chr. Vang