Uppliv Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

04/04/2017

Útisetar kunnu nú uppliva Klaksvík við Danny & The Veetos, fisk & kips frá Kósini, sild og makrel frá Christiani í Grótinum, onkrum leskandi frá Føroya Bjór og annað. Tiltakið verður í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn

Hóskvøldið 20. apríl bjóðar Klaksvíkar kommuna øllum útisetum til eitt hugnakvøld í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn, har tú kanst síggja, hoyra og smakka nakað av tí, sum Norðoyggjar hava at bjóða, og samstundis hoyra um vinnu- og bústaðarmøguleikar í Klaksvíkar kommunu.

Tiltakið er eitt upplagt høvi hjá útisetum at hoyra um møguleikarnar fyri at búseta seg og virka í økinum. Eitt nú fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at greiða frá, hvussu kommunan støðugt strembar eftir at skapa fortreytir, sum gera tað enn meira lokkandi at búgva og virka í Klaksvíkar kommunu.

Nógv virksemi er í kommununi og harvið nógv arbeiðspláss. Á tiltakinum taka fólk lut úr lokala vinnulívinum, og fokus verður sett á verandi og framtíðar vinnumøguleikar í Klaksvík, umframt alternativar vinnumøguleikar og nýskapandi avbjóðingar innan vinnulívið í kommununi.

Ungi klaksvíksingurin Rógvi Biskopstø, sum í dag starvast hjá Christian í Grótinum samtakinum, fer at greiða frá sínum royndum at samstarva við vinnuna í lestrartíðini, og hvussu hetta kann gagna bæði vinnuni og tí lesandi.

Eitt eyðkenni við Klaksvík er eisini sterka íverksetaramentanin, bæði innan vinnu, mentan og onnur øki. Kommunan ynskir at vera framburðarvinarlig og hjúkla um tey góðu hugskotini. Tí fer Íverksetarahúsið at greiða frá, um møguleikarnar at skapa títt egna starv eftir loknan lestur.

Kommunan vónar at tiltakið kann skapa tilvit um vinnuna, virksemi og mentanartilboð í økinum, men ynskir samstundis eisini at geva útisetum møguleika at koma til orðanna, og tí verður møguligt á tiltakinum at seta spurningar umvegis netið, sum Jógvan Skorheim eftirfylgjandi svarar.

Tiltakið er skipað við smáum fyrilestrum, men harafturat ber eisini til at smakka Norðoyggjar. Kvøldið endar við einum braki, har tú kanst netverka og njóta fisk og kips frá JFK, royktan makrel og roykta sild frá Christiani í Grótinum og ymiskt drekkandi frá Føroya Bjór. Afturvið fært tú vælumtókta klaksvíksbólkin Danny and the Veetos.

Á tiltakinum kanst tú eisini tryggja tær pláss til Føroya størsta tónleikatiltak, tí Summarfestivalurin burturlutar fimm atgongumerki millum luttakararnar.

Tiltakið er ókeypis og verður hósdagin 20. apríl frá kl. 19:00 til 22:00 og øll eru hjartaliga vælkomin.