Bituff á marknaðin

Íverksetarahúsið

j

14/09/2016

bituff

Tíðindaskriv:

Í oktober letur fyritøkan bituff hurðarnar upp og trínur inn á føroyska marknaðin við sínum fyrstu tiltøkum.

Tað eru Rannvá Troest og Maibritt Højgaard, ið hava stovnað bituff. Við grundleggjandi hugsanini um, at alt ber til, ætla tær at bjóða vitan, mentan og upplivingar, sum kann gera arbeiðsdagin og frítíðina meiri spennandi, skapa sterkar relatiónir millum fólk og harvið menna felagskap og okkara samfelag.

Rannvá og Maibritt hava báðar hollar royndir innan vinnuráðgeving, marknaðarføring, undirvísiing og fyriskipan av størri og smærri vinnuligum og mentanarligum tiltøkum. Umframt at skipa fyri fyrilestrum, skeiðum, ráðstevnum og øðrum, fyri bæði fyritøkur og einstaklingar, fer bituff eisini at bjóða ráðgeving og samskipan til teir kundar, ið vilja brúka orkuna til teirra kjarnuøkið og harvið fáa meiri burturúr.

Á heimasíðuni www.bituff.com ber longu til at síggja fyrstu tiltøkini.