Spyr Íverksetarahúsið

Íverksetarahúsið

j

14/09/2016

screen-shot-2016-09-14-at-3-56-10-pm

Íverksetarahúsið fer nú undir eitt nýtt tiltak “Spyr Íverksetarahúsið”.

“Spyr Íverksetarahúsið” er ein facebook bólkur ið er ætlaður íverksetarum, sum hava tørv á vegleiðing um stovnan av fyritøku.
Knýtt at hesum bólki eru serfrøðingar innan m.a: marknaðarføring, roknskap og løgfrøði, umframt Íverksetarahúsið
Ætlanin er at ein kann seta stuttar og einklar spurningar í bólkinum og síðani fáa eitt stutt og greitt svar frá serfrøðingunum.

Íverksetarar og onnur við áhuga fyri hesum kunnu gerast limir í bólkinum. Leinkja: https://www.facebook.com/groups/793659834070318/

Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi ella bara okkurt sum hevur við íverksetan at gera, ert tú vælkomin at skriva til okkum inni á hesum bólki. So vil Íverksetarahúsið og serfrøðingarnir svara skjótast gjørligt.
Tú ert eisini vælkomin at senda okkum mail á [email protected] ella ringja á tlf 239500

X