Stimbur til íverksetarar

Íverksetarahúsið

j

30/09/2016

10382545_803558393009162_7484598673818176892_o

Ein av stórstu avbjóðingunum hjá íverksetum er at skaffa pening til sína fyritøku. Tí fer Íverksetarahúsið í heyst at skipa fyri Íverksetarastimbran 2016.

Íverksetarastimbran er ein accelerator skipan við mentorum atknýttum, og endamálið er, at geva íverksetarum møguleika at menna sína fyritøku, fáa eitt virðismikið netverk og útvega kapital til fyritøkuna.

Tiltakið er ætlað íverksetarum ella nýggjum fyritøkum, sum í eina tíð hava arbeitt við sínum hugskoti, men mangla at fáa gongd á, so hetta kann gerast til eina lønandi fyritøku.

Saman við Íverksetarahúsinum verður ein serfrøðingur knýttur at hvørjum íverksetara, fyri at veita skikkaða hjálp og stimbra undir hugskotið/fyritøkuna soleiðis, at ferð verður sett á við tí fyri eyga at útvega kapital til fyritøkuna.

Hendan tilgongdin varðar í umleið tveir mánaðar og tá eru verkætlaninar mentar, so at tær eru klárar at leggja fram fyri íleggjarum.

Byrjað verður umleið hálvan oktober 2016 og endað verður við einum tiltaki, har íverksetar leggja sína ætlan fram fyri íleggjarum í januar 2017.

Íverksetarastimbran 2016 er:

  • Daglig sparring frá Íverksetarahúsinum, sum geva luttakarunum amboð at menna handilsmodellið og kjarnuøkir so sum, marknaðarføring, fíggjarstýring, kundar og marknaðir.
  • Møguleiki fyri innivist við øllum hentleikum, og atgongd til fleiri spennandi netverkstiltøk.
  • Ein skipan, har luttakararnir arbeiða saman við einum royndum mentori/ serfrøðingi, innan viðkomandi fakøki fyri íverksetaravirksemið, sum fer at fylgja og stuðla íverksetanum í tíðarskeiðnum.
  • Menning av eini handilsætlan, sum verður løgd fram fyri íleggjarum.

Tilmeldingarfreistin er 14. oktober 2016 og tey sum ynskja at luttaka skulu senda eina motiveraða umsókn, har stutt verður greitt frá um fyritøkuna og hví ein ynskir at luttaka.

Avmarkað pláss er og umsøkjarar fáa svar seinast 24. oktober 2016, um teir eru upptiknir. Luttøkan er ókeypis.

Umsóknin skal sendast á [email protected]