Tiltak um patent

Íverksetarahúsið

j

17/10/2016

kristina_aug11

Týsdagin 25. oktober skipa Íverksetarahúsið og Vinnuframi fyri kunningarfundi um patent.

Hevur tú uppfunnið nakað nýtt, so kann vera umráðandi at verja rættin til hugskotið. Við einum patenti fært tú einarætt at framleiða og selja títt hugskot.

Endamálið við tiltakinum er, at varpa ljós á møguleikar og tilgongdina hjá íverksetum og vinnuni at søkja um patent.

Kristina Samuelsen, advokatur, fer at greiða frá um praktisku tilgongdina við at søkja patent, umframt at greiða yvirskipað frá um lógarverkið.
Eisini fara tveir íverksetarar/fyritøkur at siga frá teirra royndum við at søkja og fáa játtað patent. At enda fer Brynhild Absalonsen, samskipari í Vinnuframa, stutt at greiða frá møguleikanum hjá føroyskum íverksetum og fyritøkum at søkja um stuðul til patent umsókn og menning av prototypum.

Tiltakið, sum er ætlað íverksetum, vinnuni og øðrum áhugaðum, er ókeypis og byrjar týsdagin kl 16:30 í hølunum hjá Vinnuframa í Tórshavn, Hoyvíksvegur 51.

X