Bjartur Nolsøe nýggjur stjóri

Íverksetarahúsið

j

05/11/2015

61978_r_660_660

Bjartur Nolsøe er settur sum stjóri fyri Íverksetarahúsið. Hann tekur við starvinum 1. desember.

Nevndin fyri Íverksetarahúsið hevur í dag sett nýggjan stjóra fyri Íverksetarahúsið.

Bjartur Nolsøe er 46 ára gamal og hevur drúgvar leiðsluroyndir úr vinnulívinum í Grønlandi. Bjartur er bankalærdur og hevur tikið HD í roknskapi umframt aðrar hægri útbúgvingar. Hann hevur millum annað starvast sum vinnukundaráðgevi í Føroyum í nógv ár og sum økisstjóri hjá BankNordik í Grønlandi.

– Vit eru sera fegin um, at Bjartur tekur við sum stjóri í Íverksetarahúsinum. Hann hevur nógvar royndir, sum vit meta, kunnu gagna føroyskum íverksetum, sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í Íverksetarahúsinum.