SkúlaFM leiðsla og innovatión

Íverksetarahúsið

j

02/11/2015

11034930_1100701626628169_1529575617919405379_o

Í seinastu viku vóru næmingar úr skúlunum sum luttaka í SkúlaFM fyri aðru ferð í ár á verkstovu hjá Íverksetarahúsinum.

Fyrruferð lærdu næmingarnir sjálvir at menna hugskot til burðadyggar fyritøkur, meðan endamálið á hesari seinnu verkstovuni, ið snúði seg um leiðslu og innovatión var, at næmingarnir fóru út at kanna hvussu veruligar fyritøkur yvirliva á marknaðinum.

Dagurin byrjaði við kveikjandi fyrilestri frá Christian Nagata og eftir fyrilesturin fóru næmingarnir í bólkar, ið vitjaðu fyritøkur í Tórshavn. Fyritøkurnar ið næmingarnir vitjaðu í hesum umfarinum vóru Tøkni, Miðlahúsið, Soul Made, Studio Bloch, Sendistovan, Sandoy Seafood, Føroya Grótvirki, depilin í Skálavík, Summarfestivalin, Look North, MP teknik, Grafia, Fríðu, og hjá Edward Fuglø.

Skúlarnir, sum luttaka í SkúlaFM í ár, eru Skúlatrøð, Skúlin við Løkin, Skúlin við Løgmannabreyt, Vestmanna skúli, Skúlin á Fløtum, Nám X og Sandoyar Meginskúli.