Fyrilestur um Strategi

Íverksetarahúsið

j

30/10/2015

heoin-poulsen1

Hóskvøldið 5. nov. kl 19:00 bjóðar Íverksetarahúsið aftur inn til netverkskvøld har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Hetta næsta tiltakið í røðini fer at snúgva seg um stategi. Undirvísari er Heðin Poulsen, ráðgevi í leiðslu og strategi. Heðin, sum er eigari av Fimm ráðgeving, hevur 15 ára leiðsluroyndir í framleiðslu-, tænastu- og bankavinnu og MBA útbúgving.
Visjónin hjá Heðin er at hjálpa leiðslum fram ímóti framúrskarandi avrikum:

Strategi

Hvørjir eru fimm teir týdningarmestu spurningarnir, sum tú kanst spyrja um tína fyritøku?
1.      Hvør er okkara tilverugrund?
2.      Hvør er okkara kundi?
3.      Hvat virðis-metir kundin?
4.      Hvørji eru okkara úrslit?
5.      Hvørja ætlan hava vit?
Hava tit svarið til hesar spurningarnar? Hava tit arbeitt við teimum? Ynskja tit at gerast betri og náa betri úrslitum? Ynskja tit at flyta tykkum fram ímóti framúskarandi avrikum? Ella gera tit tað sama sum altíð og vóna øðrvísi úrslit. Veitst tú hvat Einstein kallar tað?

Tiltakið verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]. Avmarkað pláss.