NEXUM er komin í finaluna. 

Íverksetarahúsið

j

25/04/2024

Bólkurin NEXUM er komin víðari í finaluna, saman við 3 øðrum bólkum úr Danmark.

Tað er í Koldinghus at bólkurin, NEXUM, úr Runavíkar kommunuskúla, eru í gongd við umboða Føroyar í Danmarksmeistaraheitinum í Kolding, hetta sker beint nú. 

Tey 4 í bólkinum NEXUM, skulu “pitcha” sítt hugskot á høvuðspallinum, um 15 min. og eftir framløguna, verður avgjørt hvør vinnarin er og nr.2 og nr.3 🥇🥈🥉

Sosatt vita vit hvør hevur vunnið umleið kl. 15.00, danska tíð. 

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan. 

Bólkurin Nexum, hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. NeXum eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Brekku og Fróði Hansen. 

Bólkurin úr Føroyum er vinnarin av SkúlaFM 2024, sum varð hildið fyrr í ár. Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.