NEXUM TIL DM Í ÍVERKSETAN

Íverksetarahúsið

j

24/04/2024

Næmingar úr Runavíkar kommunuskúla, skulu umboða Føroyar í DM í Kolding í morgin. 

Tað er til kappingina NextLevel, har fólkaskúlanæmingar úr 8.-10.flokki, úr øllum Danmark, Grønlandi og Føroyum, kappast um at vinna Danmarksmeistaraheitið í íverksetan. 

Bólkurin úr Føroyum er vinnarin av SkúlaFM 2024, sum varð hildið fyrr í ár. Hetta er árliga íverksetarakappingin, sum Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Bólkurin, Nexum, hava eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung at finna arbeiði. NeXum kemur frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærarnir hjá teimum eru Súsanna Brekku og Fróði Hansen. 

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður í Kolding í morgin, hósdagin 25. apríl.