ClearComm á Creative Business Cup

Íverksetarahúsið

j

17/09/2015

Clearcomm

Til føroysku finaluna í Creative Business Cup eru tíggju kreativar verkætlanir útvaldar. Vinnarin fer víðari til altjóða kapping í danmark í november.

ClearComm er ein talgild dagsskrá og samskiftisamboð til tey, ið hava autismu. Við at brúka eina myndaskrá kunnu foreldur og hjálparfólk lættliga tilrættisleggja dagin hjá tí einstaka.

Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi skipa fyri tiltakinum.

Fríggjadagin 18. september frá kl. 13 til 17 í Vinnuframa.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!