Defined Energy á Creative Business Cup

Íverksetarahúsið

j

17/09/2015

 

Defined Energy

Til føroysku finaluna í Creative Business Cup eru tíggju kreativar verkætlanir útvaldar. Vinnarin fer víðari til altjóða kapping í danmark í november.

Defined Energy er eitt konsept ið ger tað møguligt, at endurnýta upp í 70% av orkuni ið annars hevði gingið burtur í spillvatni. Heitt spillvatn verður endurnýtt at hita innkomandi vatn við, og harvið verður orka spard. Defined Energy hevur eina einfalda eftirlitsskipan ið ger tað møguligt, at meta um hvussu nógv orka er vunnin. 

Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi skipa fyri tiltakinum.

Fríggjadagin 18. september frá kl. 13 til 17 í Vinnuframa

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!