ClearComm vinnari av Creative Business Cup í Føroyum

Íverksetarahúsið

j

18/09/2015

image1

Vinnarin av føroysku finaluni í Creative Business Cup var ClearComm, og ein serlig virðisløn varð latin til Splay.

Tíggju íverksetarar løgdu í dag sína ætlan fram á stórum tiltaki í vinnuframahøllini.
Verkætlanirnar fevndu um nógv ymisk hugskot, og stórur munur var á hvussu langt bólkarnir vóru komnir ávegis í at fáa hugskotið til eina gevandi fyritøku.

Veita.fo hevði eina góða framløgu um teirra fyritøku, ið longu er farin í gongd, teir greiddu frá sínum hugskoti og hvussu veita.fo var liðið ið bant saman handverkara og kunda, og nevndu møguleikar fyri hvussu teirra fyritøka kundi vaksa seg størri.

Green IQ eru eisini komnir væl ávegis við síni verkætlan. Teir vístu áhoyrarunum hvussu laksalýsnar verða filtreraðar úr vatnskorpuni, gjøgnum eina pumpu, og harvið tiknar áðrenn teir ordiliga fáa sett seg á laksin. Green IQ hava sett sær fyri at røkka útlendskum marknaði við sínum produkti.

Leif Sørensen var hugtakandi við sínum ætlanum um kips úr røstum fiski og kornum, og áskoðararnir fingu eina leskiliga smakkiroynd. Leif hevði greiðar ætlanir fyri fyritøkuni, og hansara mál er at koma út á útlendskar marknaðir við síni serføroysku vøru.

Jobkit legði fram sína tíma/verkætlanarskipan ið er framleitt serliga til smærri handverkarafyritøkur. Dentur var lagdur á at hvussu løtt hon var at brúka, og at bæði tíð og peningur er at vinna við Jobkit.

WaterFREEZ er ein brisk, 1/2 l kanna, ið ger tað lættari at drekka sunt. Framløgan var góð og við einum videoklippi fingu áhoyrararnir inntrykk av hvussu vøran verður marknaðarførd. Ætlanin er eisini í hesum førinum at koma inn á útlendskan marknað, og tað má sigast at ganga væl, tí waterFREEZ er longu at síggja á nøkrum luksus hotellum í útlandinum.

Gravity Jumper greiddi frá, og vísti fram sítt spæl til snildfonir og teldlar. Gravity Jumper rørur seg undir ávirkan av atdráttarmegini, og á ein stuttligan og skjótan hátt skal hann finna eitt nýtt heim. Fólk ið hava roynt spælið hava latið væl at, og vónirnar til at tað verður líka væl móttikið uttanlands eru góðar.

Defined Energy er ein orkuspariskipan, ið nýtir heitt spillvatn at hita upp innkomandi reint vatn, og kann hava stórar sparingar við sær. Defined energy er longu á føroyska marknaðinum, og ætlanin er at fara víðari út í heim, helst í samstarvi við veitara ella framleiðara, og vónirnar eru góðar.

Time Cloud skipanin verður nýtt hjá starvsfólki og arbeiðsgevara at skráseta tíðar- og arbeiðsviðurskifti. Skipanin er ætlað til bæði stórar og smáar fyritøkur. Tøknin er sera framkomin, og royndirnar higartil hava víst seg at rigga væl.

Fyritøkan Splay vann eina serliga virðisløn, á 10000 kr, og ein ráðgevarpakka, tí dómsnevndin metti hugskotið at verða serstakliga gott, at heilt víst kundi hjálpa nøkrum fólkum, og við eitt sindur av rágeving, kann produktið uppá stutta tíð koma á marknaðin. Produktið hjá Splay er ein hjálp til tey ið hava slættil. Við einum serligum sokki við innleggi verður svangboðin í fótinum stuðlaður, og virkar hetta fyribyrgjandi í mun til knæ- og ryggskaðar ið kunnu standast av at hava slættil. Fyritøkan hevur longu gott samband við áhugaðar keyparar, og sær eisini at hetta er nakað ið manglar í útlandinum.

Vinnarin var sum sagt ClearComm, við sínum talgilda samskiftisamboðið til tey ið hava autismu, og er hetta amboð er ætlað til foreldur og hjálparfólk at lættliga kunna tilrættisleggja dagin hjá einstaklinginum ið hevur autismu. Tað er ikki líkt til at eitt slíkt produkt finst á útlendska marknaðinum, og tí hevur ClearComm góðar vónir um at teirra vøra verður eftirspurd úr útlandinum eisini. Tað ið dómsnevndin legði dent á var fyri tað fyrsta at verkætlanin rakti tey beint í hjartað, og síðani at skipanin var løtt og einføld at nýta, og til settu treytirnar av kappingini metti dómsnevndin hesa verkætlan lúka tær flestu.

Nú gongur leiðin til danmarkan til stóru altjóða finaluna í november, og til tá fara Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi at veita teimum dyggan stuðul við fyrireikingum.

X