Føroysk íverksetan í elitu kapping

Íverksetarahúsið

j

17/09/2015

Creative Business Cup

Nú sleppa føroyskir íverksetarar veruliga at royna seg. Í dag, fríggjadagin 18. september, verður kapping millum útvaldar føroyskar íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða kappingini Creative Business Cup í Keypmannahavn í november.

10 verkætlanir luttaka. Tær hava góðar møguleikar at standa seg væl í altjóða kappingini, sum verður í Keypmannahavn seinni í ár, tá 53 lond skulu kappast um heiðurin heimsins besti íverkseti, innan kreativar vinnur.

Altjóða kappingin fær nógvan ans uttanlands. Dómarnir starvast innan altjóða vinnur, m.a. Christian Stadil frá donsku fyritøkuni Hummel og Magnus Scheving stjóri í íslendska Lazy Town. Aðrir dómarir koma frá LEGO, Arla Foods, Microsoft, Ikea og Google.

Íverksetararnir sum luttaka eru Leif Sørensen, Green IQ, Splay, Defined Energy, Jobkit, Waterfreez, Time Cloud, Gravity Jumper, Veita.fo og ClearComm. Verkætlanirnar fevna um alt frá mati, tøkniligum loysnum til sniðgeving og spøl.

Dómarnir í føroysku kappingini eru Jóhanna á Bergi, Marita Rasmussen, Jóel undir Leitinum, Regin Hammer og Regin W. Dalsgaard. Tað er Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi sum skipa fyri kappingini.

Kappingin verður í dag kl. 13.00 í høllini hjá Vinnuframa/iNOVA, Hoyvíksvegur 51. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.