Gravity Jumper á Creative Business Cup

Íverksetarahúsið

j

17/09/2015

Gravity Jumper

Til føroysku finaluna í Creative Business Cup eru tíggju kreativar verkætlanir útvaldar. Vinnarin fer víðari til altjóða kapping í danmark í november

Gravity Jumper er eitt spæl til snildfonir og teldlar. Spælið er lætt, skjótt og stuttligt. Í leitanini eftir einum nýggjum heimi til Gravity Jumper sleppur spælarin at royna atdráttarmegina á ein annarleiðis og stuttligan hátt, har hoppað verður frá planet til planet, og ansast má eftir ymsum forðingum.

Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi skipa fyri tiltakinum.

Fríggjadagin 18. september frá kl. 13 til 17 í Vinnuframa

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!