Einstaklingavirki

Einstaklingavirki er eitt persónligt virki, sum tengt at eigaranum. Hetta er tann einfaldasti mátin at koma í gongd og reka vinnuligt virksemi. Møguligt er at hava ein ella fleiri í starvi.

Útróðrarmenn, handverkarar og sølufólk reka ofta virki sum einstaklingavirki.

Byrjan av virksemi: Einstaklingavirki skal skrásetast hjá TAKS.

Byrjanarkapitalur: Eingi krøv eru um minstakapital.

Ábyrgd: Í einum einstaklingavirki hevur eigarin persónliga ábyrgd av øllum skyldum hjá virkinum, t.d. skuld, løn, húsaleigu o.ø. Eigarin heftir við øllum, sum hann eigur. T.d. húsi, bili og peningi á bók o.ø.

Bókhald og ársroknskapurBókhald skal førast og skattaroknskapur skal gerast.

Tað er ikki eitt krav, at ársroknskapur skal almannakunngerast ella grannskoðast.

Skattur: Avlop í einstaklingavirki verður skattað sum persónskattur hjá eigaranum.

Meirvirðisgjald: Einstaklingavirki skal sum meginregla MVG-skrásetast og skal avrokna MVG fýra ferðir árliga. Selur ein fyri undir 50.000 árliga, skal ikki rindast MVG.

Aðrar lógir: Einstaklingavirki eru vanliga regulerað í generellum lógum. T.d. bókhaldslóginiskattalóginimeirvirðisgjaldslógini v.m.

Starvsfólk: Sum sjálvstøðugur vinnurekandi rindar tú hesi arbeiðsmarknaðargjøld, sum vera løgd omaná lønargjaldingarnar, tá ið tú rindar løn til starvsfólk:

  • AM-grunnin 3 %
  • ALS 1,0 %
  • Barsilsgrunnin 0,8 6%
  • Vinnusjúkugrunnin 0,10 %
  • Starvsfólkaviðurskifti: Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður í lógarverki, kollektivum sáttmálum millum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg og avtalum, tá tað kemur til løn og setanarviðurskifti. Tí eru ávís viðurskifti, sum arbeiðsgevarar eru bundnir at halda t.d. í sambandi við setanartreytir og kollektivar sáttmálar. Til ber at venda sær til viðkomandi arbeiðsgevarafelag fyri nærri kunning.

Stjóri/eigari:

  • Skal tekna arbeiðsloysisstrygging hjá ALS fyri at tryggja sær arbeiðsloysisstuðul, um sjálvstøðuga vinnuvirksemið heldur uppat. Tryggingin skal hava verið í gildi í minsta lagi eitt ár, áðrenn hon gevur rætt til útgjald.
  • Skal tekna sær barsilspeningatrygging hjá Barsilsskipanini fyri at fáa barsilspening áðrenn og/ella eftir barnsburð. Tryggingin skal hava verið í gildið í minsta lagi eitt ár, áðrenn hon gevur rætt til útgjald.
  • Hevur skyldu til at tekna arbeiðsskaðatrygging fyri egnan persón og rinda 0,10 % av skattskyldugu inntøkuni fyri seinasta inntøkuár til Vinnusjúkugrunnin.
  • Hevur skyldu til at rinda 3 % av árligu skattskyldugu inntøkuni til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.
  • Hevur skyldu at rinda 175 kr. um mánaðin umframt 0,60 % av skattskyldugu inntøkuni til Heilsutrygd.
  • Hevur skyldu til at rinda til egna eftirløn. Í 2021 er gjaldið 7 %. Tað verður gjørt við at gera vart við eftirlønaruppsparing sína á sjálvuppgávuni. Síðan verður skatturin av eftirlønini roknaður sum partur av árligu skattauppgerðini. Gjaldið hækkar við einum prosentstigi um árið upp til 12 % í 2026.
  • Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tryggja sær sjúkradagpening frá 1. fráverudegi við at tekna trygging hjá Almannaverkinum. Tryggingin skal hava verið í gildið í minsta lagi 4 vikur, áðrenn hon gevur rætt til útgjald. Tú kanst kunna teg um tryggingartreytirnar í talvuni niðanfyri.
Kelda: Almannaverkið (www.av.fo)Rætt til dagpengar eftir vanligum reglumRætt til at tekna trygging
Stjórar í einstaklingavirki, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat særJaJa
Stjórar í einstaklingavirki, sum hava arbeiðsmegi aftrat særNeiJa

Íverksetarafelag

Eitt íverksetarafelag er eitt serligt slag av smápartafelagi, sum kemur undir serligar ásetingar viðvíkjandi kapitali og uppsparing av yvirskoti.

Eitt íverksetarafelag er eitt sjálvstøðugt løgfrøðiligt felag, sum er sundurskilt frá eigaranum. Eitt íverksetarafelag kann verða stovnað av einum ella fleiri við at gera ein skrivligan sáttmála um stovnanina. Eisini skulu íverksetarafeløg hava sínar egnu viðtøkur, sum siga, hvat endamálið er við virkinum v.m. Møguligt er at hava ein ella fleiri persónar í starvi.

Byrjan av virksemi: Íverksetarafelag skal skrásetast hjá TAKS og Skráseting Føroya.

Byrjanarkapitalur: Vinnufelagalógin ásetur, at eitt íverksetarafelag kann vera stovnað við einum felagskapitali millum 1 kr. og 49.999 kr. Stovnanin kann einans vera kontant, og felagskapitalurin skal gerast upp í donskum krónum ella evrum.

Felagið skal hereftir byggja upp kapitalin í felagnum, við at seta í minsta lagi 25 % av árliga yvirskotinum til bundnan tiltakspening fyri at byggja upp kapitalgrundarlag felagsins, til samansparda yvirskotið og felagskapitalurin í minsta lagi eru 50.000 kr.

Ábyrgd: Eitt íverksetarafelag hevur avmarkaða ábyrgd. Hetta merkir, at kapitaleigararnir hefta sum meginregla einans við tí innskotna kapitalinum fyri skyldurnar hjá felagnum.

Bókhald og ársroknskapur: Bókhald skal førast og árs- og skattaroknskapur skal gerast og sendast til ávikavist Skráseting Føroya og TAKS. Undir ávísum treytum skal hann grannskoðast. Ársroknskapir eru almennir.

Skattur: Skattskyldugt avlop í einum íverksetarafelag verður skattað við einum skattaprosenti upp á 18 %.

Meirvirðisgjald: Íverksetarafeløg skulu sum meginregla MVG-skrásetast og skulu avrokna MVG fýra ferðir árliga.

Aðrar lógir: Vinnufelagalóginársroknskaparlóginskattalóginbókhaldslóginmeirvirðisgjaldslógin v.m.

Starvsfólk: Tá ið løn verður rindað til starvsfólk, verða hesi arbeiðsmarknaðargjøld rindað. Gjøldini skulu leggjast omaná lønargjaldingar:

  • AM-grunnin 3 %
  • ALS 1,0 %
  • Barsilsgrunnin 0,86 %
  • Vinnusjúkugrunnin 0,10 %
  • Starvsfólkaviðurskifti: Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður í lógarverki, kollektivum sáttmálum millum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg og avtalum, tá tað kemur til løn og setanarviðurskifti. Tí eru ávís viðurskifti, sum arbeiðsgevarar eru bundnir at halda t.d. í sambandi við setanartreytir og kollektivar sáttmálar. Til ber at venda sær til viðkomandi arbeiðsgevarafelag fyri nærri kunning.

Stjóri: Stjóri, ið fær A-inntøku, er fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum eins og starvsfólk eru. Tó er neyðugt hjá stjórum í partafeløgum, at tekna sjúkradagpeningatrygging hjá Almannaverkinum, um teir ynskja at tryggja sær sjúkradagpening í sambandi við sjúku. Tú kanst kunna teg um tryggingartreytirnar í talvuni niðanfyri.

Stjóri/eigari, ið hevur aðra inntøku enn A-inntøku, er ikki fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum uttan so, at viðkomandi hevur teknað trygging.

Kelda: Almannaverkið (www.av.fo)Rætt til dagpengar eftir vanligum reglumRætt til at tekna trygging
Stjórar í Ívf, sum hava arbeiðsmegi knýtta at felagnumNeiNei
Stjórar í egnum felag, sum, umframt stjóran, ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat særNeiJa

Smápartafelag

Eitt smápartafelag er eitt sjálvstøðugt løgfrøðiligt felag, sum er sundurskilt frá eigaranum. Eitt smápartafelag kann verða stovnað av einum ella fleiri við at gera ein skrivligan sáttmála um stovnanina. Eisini skulu smápartafeløg hava sínar egnu viðtøkur, sum siga hvat endamálið er við virkinum v.m. Møguligt er at hava ein ella fleiri persónar í starvi.

Byrjan av virksemi: Smápartafelag skal skrásetast hjá TAKS og Skráseting Føroya.

Byrjanarkapitalur: Vinnufelagalógin ásetur, at minstakravið til smápartafeløg er 50.000 kr. í innskotspeningi. Møguligt er at skjóta onnur virðir enn reiðan pening í felagið.

Ábyrgd: Í einum smápartafelag er ábyrgdin avmarkað. Hetta merkir, at kapitaleigararnir hefta sum meginregla einans við tí innskotna kapitalinum fyri skyldurnar hjá felagnum. Orsakað av m.a. tí avmarkaðu ábyrgdini størri eru lógarkrøv til smápartafeløg og ársroknskapir teirra.

Bókhald og ársroknskapur: Bókhald skal førast og árs- og skattaroknskapur skal gerast og sendast til ávikavist Skráseting Føroya og TAKS. Undir ávísum treytum skal hann grannskoðast. Ársroknskapir eru almennir.

Skattur: Skattskyldugt avlop í einum smápartafelag verður skattað við einum skattaprosenti upp á 18 %.

Meirvirðisgjald: Smápartafeløg skulu sum meginregla MVG-skrásetast og skulu avrokna MVG fýra ferðir árliga.

Aðrar lógir: Vinnufelagalóginársroknskaparlóginskattalóginbókhaldslóginmeirvirðisgjaldslógin v.m.

Starvsfólk: Tá ið løn verður rindað til starvsfólk, verða hesi arbeiðsmarknaðargjøld rindað. Gjøldini skulu leggjast omaná lønargjaldingarnar:

  • AM-grunnin 3 %
  • ALS 1,0 %
  • Barsilsgrunnin 0,86 %
  • Vinnusjúkugrunnin 0,10 %
  • Starvsfólkaviðurskifti: Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður í lógarverki, kollektivum sáttmálum millum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg og avtalum, tá tað kemur til løn og setanarviðurskifti. Tí eru ávís viðurskifti, sum arbeiðsgevarar eru bundnir at halda t.d. í sambandi við setanartreytir og kollektivar sáttmálar. Til ber at venda sær til viðkomandi arbeiðsgevarafelag fyri nærri kunning.

Stjóri: Stjóri, ið fær A-inntøku, er fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum eins og starvsfólk eru. Tó er neyðugt hjá stjórum í partafeløgum, at tekna sjúkradagpeningatrygging hjá Almannaverkinum, um teir ynskja at tryggja sær sjúkradagpening í sambandi við sjúku. Tú kanst kunna teg um tryggingartreytirnar í talvuni niðanfyri.

Stjóri/eigari, ið hevur aðra inntøku enn A-inntøku, er ikki fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum uttan so, at viðkomandi hevur teknað trygging.

Kelda: Almannaverkið (www.av.fo)Rætt til dagpengar eftir vanligum reglumRætt til at tekna trygging
Stjórar í smá- / partafelag , sum hava arbeiðsmegi knýtta at felagnumNeiNei
Stjórar í egnum felag, sum, umframt stjóran, ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat særNeiJa

Partafelag

Eitt partafelag er eitt sjálvstøðugt løgfrøðiligt felag, sum er sundurskilt frá eigaranum. Eitt partafelag kann verða stovnað av einum ella fleiri við at gera ein skrivligan sáttmála um stovnanina. Eisini skulu partafeløg hava sínar egnu viðtøkur, sum siga, hvat endamálið er við virkinum, hvussu stórur partapeningurin er, hvør er í nevndini, hvør er stjóri og annað. Møguligt er at hava ein ella fleiri persónar í starvi.

Byrjan av virksemi: Partafelag skal skrásetast hjá TAKS og Skráseting Føroya.

Byrjanarkapitalur: Vinnufelagalógin ásetur, at minstakrav til partafelag er 500.000 kr. í partapeningi. Møguligt er at skjóta onnur virðir enn reiðan pening í felagið. Orsakað av m.a. tí avmarkaðu ábyrgdini eru lógarkrøv til smápartafeløg og ársroknskapir teirra.

Ábyrgd: Í einum partafelag er ábyrgdin avmarkað. Hetta merkir, at kapitaleigararnir hefta sum meginregla einans við tí innskotna kapitalinum fyri skyldurnar hjá felagnum. Orsakað av m.a. tí avmarkaðu ábyrgdini eru størri lógarkrøv til smápartafeløg og ársroknskapir teirra.

Bókhald og ársroknskapur: Bókhald skal førast, og árs- og skattaroknskapur skal gerast og sendast til ávikavist Skráseting Føroya og TAKS. Í flestu førum skal ársroknskapurin grannskoðast. Ársroknskapir eru almennir.

Skattur: Skattskyldugt avlop í einum partafelag verður skattað við einum skattaprosenti upp á 18 %.

Meirvirðisgjald: Partafeløg skulu sum meginregla MVG-skrásetast og skulu avrokna MVG fýra ferðir árliga.

Aðrar lógir: Vinnufelagalóginársroknskaparlógin og skattalógin.

Starvsfólk: Tá ið løn verður rindað til starvsfólk, verða hesi arbeiðsmarknaðargjøld rindað. Gjøldini skulu leggjast omaná lønargjaldingarnar:

  • AM-grunnin 3%
  • ALS 1,0 %
  • Barsilsgrunnin 0,86 %
  • Vinnusjúkugrunnin 0,10 %
  • Starvsfólkaviðurskifti: Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður í lógarverki, kollektivum sáttmálum millum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg og avtalum, tá tað kemur til løn og setanarviðurskifti. Tí eru ávís viðurskifti, sum arbeiðsgevarar eru bundnir at halda t.d. í sambandi við setanartreytir og kollektivar sáttmálar. Til ber at venda sær til viðkomandi arbeiðsgevarafelag fyri nærri kunning.

Stjóri: Stjóri, ið fær A-inntøku, er fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum eins og starvsfólk eru. Tó er neyðugt hjá stjórum í partafeløgum, at tekna sjúkradagpeningatrygging hjá Almannaverkinum, um teir ynskja at tryggja sær sjúkradagpening í sambandi við sjúku. Tú kanst kunna teg um tryggingartreytirnar í talvuni niðanfyri.

Stjóri/eigari, ið hevur aðra inntøku enn A-inntøku, er ikki fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum uttan so, at viðkomandi hevur teknað trygging.

Kelda: Almannaverkið (www.av.fo)Rætt til dagpengar eftir vanligum reglumRætt til at tekna trygging
Stjórar í smá- / partafelag , sum hava arbeiðsmegi knýtta at felagnumNeiNei
Stjórar í egnum felag, sum, umframt stjóran, ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat særNeiJa

Íognarfelag

Íognarfelag er tongt at eigarunum. Íognarfelag er eitt virkisslag, har tveir ella fleiri persónar eiga eitt virki í felag. Eigararnir kunnu vera persónar ella smá-/partafeløg. Mælt verður til, at tað verður gjørdur ein íognarsáttmáli.

Byrjan av virksemi: Íognarfelag skal skrásetast hjá TAKS. Eru eigararnir smá- /partafeløg skal íognarfelagið eisini skrásetast í Skráseting Føroya

Byrjanarkapitalur: Eingi krøv eru um minstakapital.

Ábyrgd: Tað líkist einstaklingavirkinum á tann hátt, at allir eigarar hefta persónliga fyri skyldur hjá felganum. Tað er við øllum, sum teir eiga. Harumframt hefta teir solidariskt, sum merkir, at hvør einstakur hevur ábyrgd av allari skuldini, sum virkið hevur.

Bókhald og ársroknskapur: Bókhald skal førast og skattaroknskapur skal gerast.

Tað ikki eitt krav, at ársroknskapur skal almannakunngerast ella grannskoðast, um eigararnir eru persónar.

Um eigararnir eru smá-/partafeløg, skal bókhald førast og árs- og skattaroknskapur skal gerast og sendast til ávikavist Skráseting Føroya og TAKS. Undir ávísum treytum skal hann grannskoðast. Ársroknskapir eru almennir.

Skattur: Avlop í íognarfelag verður skattað hjá eigaranum við tí lutfalli, sum teir eiga.

Meirvirðisgjald: Íognarfelag skal sum meginregla MVG-skrásetast og skal avrokna MVG fýra ferðir árliga.

Aðrar lógir: Íognarfeløg eru vanliga regulerað í generellum lógum. T.d. bókhaldslóginiskattalóginimeirvirðisgjaldslógini v.m.

Starvsfólk: Tá ið løn verður rindað til starvsfólk, verða hesi arbeiðsmarknaðargjøld rindað. Gjøldini skulu leggjast omaná lønargjaldingarnar:

  • AM-grunnin 3 %
  • ALS 1,0 %
  • Barsilsgrunnin 0,86 %
  • Vinnusjúkugrunnin 0,10 %
  • Starvsfólkaviðurskifti: Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður í lógarverki, kollektivum sáttmálum millum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg og avtalum, tá tað kemur til løn og setanarviðurskifti. Tí eru ávís viðurskifti, sum arbeiðsgevarar eru bundnir at halda t.d. í sambandi við setanartreytir og kollektivar sáttmálar. Til ber at venda sær til viðkomandi arbeiðsgevarafelag fyri nærri kunning.

Stjóri: Stjóri, ið fær A-inntøku, er fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum eins og starvsfólk eru. Tó er neyðugt hjá stjórum í partafeløgum, at tekna sjúkradagpeningatrygging hjá Almannaverkinum, um teir ynskja at tryggja sær sjúkradagpening í sambandi við sjúku. Tú kanst kunna teg um tryggingartreytirnar í talvuni niðanfyri.

Stjóri/eigari, ið hevur aðra inntøku enn A-inntøku, er ikki fevndur av arbeiðsmarknaðarskipanunum uttan so, at viðkomandi hevur teknað trygging.

Kelda: Almannaverkið (www.av.fo)Rætt til dagpengar eftir vanligum reglumRætt til at tekna trygging
Stjórar í íognarfelag, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat særJaJa
Stjórar í íognarfelag, sum hevur arbeiðsmegi aftrat særNeiJa
Stjórar í smá- / partafelag , sum hava arbeiðsmegi knýtta at felagnumNeiNei
Stjórar í egnum felag, sum, umframt stjóran, ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat særNeiJa
X
X