Hugskotið er her. Men tað skal setast í verk. Størsta avbjóðingin er at gera hugskotið til virksemi og eina fyritøku, sum gevur yvirskot.
Vit bjóða ráð og vegleiðing til, hvussu hugskotið kann føra til virksemi, sum gevur yvirskot. Eitt íverksetarahugskot verður tí fyrst og fremst mett eftir, um tað kann gerast ein til eina fyritøku, sum gevur yvirskot. Best er at brúka neyðugu tíðina at kanna teir handilsligu møguleikarnar í hugskotinum, áðrenn farið verður í gongd av álvara. Kann hugskotið ikki bera yvirskot við sær, so skal tað sleppast beinanvegin.
Spurningur 1: Havi eg eitt hugskot, sum kann loysa onkran trupulleika hjá fólki, og sum fólk vilja gjalda fyri at fáa loystan?
Spurningur 2: Kann hugskotið gerast til vørur ella tænastur, sum fólk vilja keypa? Tað er her, at konseptið gerst vinnuligt.
Spurningur 3: Ber til at siga nærri, hvørjir kundar fara at keypa vøruna ella tænastuna?
Spurningur 4: Hvørja kappingarstøðu er sannlíkt at eg komi í við nýggja virkseminum?
Set teg í samband við okkum um tær tørvar ráðgeving ella íblástur. Vit hjálpa fegin.