DUEL vann SkúlaFM 2021 í íverksetan

Íverksetarahúsið

j

26/02/2021

Í dag var Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um finaluna til SkúlaFM 2021, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram.

Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X.

Dómsnevndin legði dent á, at bólkurin megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir.

Nummar tvey gjørdist Re-ball frá Skúlanum á Giljanesi, ið hevði framleitt taskur úr gomlum fótbóltum.

Nummar trý gjørdist Fríkorter fyri øll frá Skúlanum av Fløtum, sum høvdu ment eina loysn, ið fekk skúlanæmingar at spæla meira brett spøl.

Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Hendan kappingin verður 15. apríl.

Betri og Føroya Tele góvu 5.000,- kr. hvør til vinnandi bólkin.

Nr. 2 og 3. fingu somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 kr. og 1.000 kr.

Tiltakið varð stroymt beinleiðis á okkara heimasíðu; www.iverksetan.fo, og har ber enn til at síggja framløgurnar.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan í skúlaárinum 2020/2021.

Tey ungu læra at menna hugskot til nýggjar vørur og tænastur og at fremja hugskotini í verki. Harafturat fáa tey royndir í at stovna og reka egna fyritøku, skapa netverk, loysa trupulleikar og síggja møguleikar.

Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum. Í dómsnevndini sótu Margareth Djurhuus frá Betri Samtakinum, Eva Skeel Nolsø frá Føroya Tele, Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.

Ein fantastiskur dagur, har tey ungu veruliga vístu, hvussu nógv spennandi tey kunnu finna uppá. Vónandi kemur onkur av teimum víðari við teirra verkætlan og harvið ein nýggj fyritøka sett á stovn.