SkúlaFM 2021 myndir frá tiltakinum

Íverksetarahúsið

j

04/03/2021

Myndir frá finaluni í SkúlaFM 2021, ið var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði síðsta fríggjadag.

Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X.

DUEL fer at kappast víðari í NextLevel, ið er ein líkandi donsk kapping, sum verður 15. apríl í Kolding, meira verður at frætta um hetta seinni.

Nummar 2, gjørdist bólkurin Re-Ball frá Skúlanum av Giljanesi og nummar 3, bólkurin Fríkorter til øll frá Skúlanum av Fløtum.