Elisabeth Nybo á Kvinnur Megna!

Íverksetarahúsið

j

15/02/2014

elisabeth_nybo

Á Kvinnur Megna! verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé.

Hoyrið seks ymsikar søgur frá seks spennandi vinnulívskvinnum úr Føroyum sum fara at greiða frá sínum royndum á økinum.

M.a fer Elisabeth Nybo at greiða frá um sína vælumtóktu matstovu.

Elisabeth er útbúgvin kokkur og eigur ‘Matstovan hjá Elisabeth’ á Viðareiði, ið læt upp í apríl 2003. Í hesi 10 árini hevur talið av vitjandi verið støðugt vaksandi, og íalt hevur matstovan havt áleið 40.000 vitjanir!

Elisabeth dámar væl at hava samband við gestirnar sum vitja og leggur stóran dent á, at so nógv sum gjørligt er heimagjørt. Sum hon sjálv sigur: ‘tað er bara tað allar besta sum er gott nokk til gestin.’

Eisini hevur hon fingið framúr ummæli frá ferðafólkum. M.a fekk Elisabeth hesa heilsanina frá einum vælnøgdum kunda: ‘Dit køkken har gjort mine oplevelser på Færøerne endnu større, hvor er jeg glad for, at Klaksvig turistforening anbefalede dig, jeg har efterfølgende rost Klaksvig turistforening for deres valg, men vil også fortælle danskere der vil besøge Færøerne, at der findes et perfekt madsted.’

Hoyrið meira um Elsabeth fríggjadagin 21. feb kl 13:00 í Østrøm!

X