Kvinnur Megna 2014

Íverksetarahúsið

j

15/02/2014

margrete_mynd

Inspiratiónsdagur í Østrøm fríggjadagin 21. februar frá 13:00 til 15:00.

Íverksetarahúsið og Kvinna skipa nú fyri ókeypis ráðstevnu fyri allar kvinnur, sum hava áhuga í íverksetan.

Í ár verður sjóneykan sett á leiðslu! Ein fyritøka uttan leiðslu er sum ein bátur uttan róður – men hvussu gerast vit klár at taka leiðsluna?

Margrete Bak ið ráðgevur, undirvísir og granskar í íverksetan fer at tosa um sjálvsleiðslu, og hvussu vit heilt ítøkiliga læra okkum at vera leiðarar – bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum.
Uppleggið hjá Margretu byrjar við søguni um hvussu hon sjálv bleiv íverkseti!

Eisini verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Seks spennandi vinnulívskvinnur úr Føroyum, fara at greiða frá sínum royndum á økinum.
Hoyrið m.a. Juttu Helgadóttir greiða frá hvussu hon tók kappingina upp við eina almenna tænastu og stovnaði privatu hoyriklinikkina Hoyrnina, Jórun Mørkøre um hennara slóðbrótandi bakarí konsept og Sunnevu Háberg Eysturstein eigara av populera náttklubbanum og kafé’ini Sirkus.

Hartil verður ‘Megnarprísurin’ fyri aðru ferð latin eini kvinnu, ið hevur megnað at fingið sukse við síni fyritøku.

Komið til ársins týdningarmesta netverksdag fyri kvinnuligar íverksetarar, sum megna!

Sí tiltakið á facebook her.