Ársins Íverksetaradagur

01apr10:0012:00Ársins Íverksetaradagur10:00 - 12:00 Skálatrøð, Tórshavn

Um tiltakið

Einaferð um árið heldur Íverksetarahúsið Ársins Íverksetaradag, tá Íverksetarahúsið bjóðar inn til at heiðra føroyskari íverksetan.

Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivnað í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum.

Fastur táttur er at handa virðislønir – Granar – fyri íverksetan av ymiskum slag. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni.

Tíð

(Fríggjadagur) 10:00 - 12:00

Stað

Öström

Skálatrøð, Tórshavn