Ársins Íverksetaradagur

11mai10:0012:30Ársins Íverksetaradagur10:00 - 12:30 Skálatrøð, Tórshavn

Um tiltakið

Navnframi íverksetarin Martin Thorborg, sum hevur stovnað, rikið og selt nógvar fyritøkur, verður høvuðstalari á Íverksetaradegnum 11. mai.

Tað eru Knassar og Íverksetarahúsið, sum saman hava fingið Martin Thorborg til Føroya. Hann er millum annað kendur fyri Jubii, Amino og bókhaldsskipanina Dinero.

Umframt hetta verður handan av Granum til ársins árverksetara, ársins innovatión og ársins íløgu. Føroya Løgmaður Aksel V. Johannesen handar heiðurin fyri Ársins Íverksetara.

Íverksetaradagurin verður hildin í Østrøm í Tórshavn. Tiltakið byrjar fríggjadagin 11 mai. 2018 klokkan 10 og heldur fram til á middegi.

Øll við áhuga fyri íverksetan eru vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

more

Tíð

(Fríggjadagur) 10:00 - 12:30

Stað

Öström

Skálatrøð, Tórshavn