Eru Talgildu Føroyar fyri íverksetarar?

01mar19:0021:30Eru Talgildu Føroyar fyri íverksetarar?19:00 - 21:30 Kvíggjartún 1, Argir

Um tiltakið

Hevur tú hugskot til hvussu íverksetarar kunnu gagnnýta Talgildu Føroyar og hvussu teir kunnu geva verkætlanini flog? Melda teg til verkstovuna, sum Íverksetarahúsið og Talgildu Føroyar skipa fyri hóskvøldið 1. mars kl. 19 – 21.30 í Albert Hall

Verkætlanin Talgildu Føroyar hevur til uppgávu at menna og seta í verk eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar. Hetta undirstøðukervið er samansett av fýra súlum, Heldin, Samleikin, Tænastuportalurin og Grundardátur. Tað ber longu til at samskifta trygt millum skipanir umvegis ”Heldina” og hinar súlurnar verða verksettar so lýðandi næstu 4 árini.

Súlurnar eru grundarlagið undir einum nýmótans talgildum undirstøðukervi, sum er ætlað til at nýggjar og nýskapandi loysnir kunnu knýta seg í. Loysnir sum tit sum íverksetarar kanska longu kunnu ímynda tykkum, taka stig til, ella menna sjálvi. Spennandi og hentar loysnir til føroyska samfelagið, sum kunnu skapa nýggj vitanarstørv og sum kunnu gerast framtíðar útflutningsvøra.

Á tiltakinum, ið er skipað sum ein verkstova, fara starvsfólkini í Talgildu Føroyum at greiða frá teimum ymisku tættunum í verkætlanini, svara spurningum og kjakast saman við tykkum um hugskot og viðkomandi evni. Greitt verður frá hvussu vinnan kann ávirka verkætlanina og komið verður inn á teir hentleikar og møguleikar sum vinnan kann gagnnýta til at menna loysnir og tænastur.

Skrá fyri verkstovuna

Kl. 19.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin
Verkstovan, Formur og karmar: Dánjal Pauli Haraldsen, ráðgevi, verkstovuleiðsla

Kl. 19.10 ”Fimm stuttar” við steðgi til spurningar og hugskot
millum hvørja framløgu

  •  Talgildu Føroyar, heildarmynd: Nicolai Balle, Verkætlanarstjóri
  • Heldin: Janus Læarsson, KT-arkitektur
  • Talgildi Samleikin: Rolf Herup Olsen, projektleiðari
  • Tænastuportalurin: Lilly Dam Hanssen, projektleiðari
  • Jóanis Erik Køtlum: Grunddata, projektleiðari

Vit orða spurningar og hugskot í felag millum hvørja framløgu

Kl. 20.00 Steðgur – kaffi

Kl. 20.30 Spurningar verða svaraðir og hugskot viðgjørd í plenum

Kl. 21.30 Vit enda – aftaná er møgulig at netverka og hugna sær.
Okkurt lætt verður bjóðað afturvið.

Tiltakið er ókeypis og verður hósdagin 1. mars frá kl 19:00 til 21:30 í Albert Hall, Kvíggjartún 1, Argir. Neyðugt er at boða frá luttøku. Send teldupost á [email protected].
Øll eru vælkomin

more

Tíð

(Hósdagur) 19:00 - 21:30

Stað

Albert Hall

Kvíggjartún 1, Argir