Ferðavinnukvøld í Sandoy

12apr19:0022:00Ferðavinnukvøld í Sandoy19:00 - 22:00

Um tiltakið

Sandoyar Kunningarstova bjóðar til ferðavinnukvøld á Listasavninum á Sandi, hóskvøldið 12. apríl.

Endamálið er at fáa fleiri at síggja møguleikar innan ferðavinnu, at víðka um útboðið av tilboðum og at fáa eitt prát við onnur innan økið. Hesum er tørvur á, tí talið á ferðafólkum økist, og vit tosa javnan við ferðafólk ið ynskja møguleikan at leggja pengar eftir seg í okkara øki.

Um tú hevur áhuga í ferðavinnu, íverksetan og menning (ella bara ert forvitin), ert tú vælkomin til eitt kvøld, har tú fært íblástur frá føroyskum íverksetarum: Gásadalsgarður, Hiking.fo og Útilív fara at hava áhugaverdar framløgur. Íverksetarahúsið fer at geva tær ítøkilig amboð til vørumenning, og kunningarstovan fer at greiða frá um m.a. upplivingar, málbólkar, ferðavinnumynstur og eftirspurning. Eisini greiðir BankNordik frá um fígging og Trygd um trygging.

more

Tíð

(Hósdagur) 19:00 - 22:00

Stað

Listasavnið á Sandi