Finalan í SkúlaFM

24feb09:0013:00Finalan í SkúlaFM09:00 - 13:00 Norðari Ringvegur

Um tiltakið

Íverksetarahúsið skipar árliga fyri íverksetarakappingini SkúlaFM fyri skúlanæmingar í 9. og 10. flokki. Henda kapping endar við einari stórari finalu í Norðurlandahúsinum sum í ár verður fríggjadagin 24. feb.

Um SkúlaFM:

Árliga tiltakið, har næmingar úr 9. og 10. flokkum kring landið arbeiða við íverksetan.
Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey í undirvísingini kunnu menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur.
Sambært samstarvsavtalu millum Íverksetarahúsið og Mentamálaráðið verður dentur lagdur á, at virkað verður fyri at menna áhugan hjá næmingum fólkaskúlans í íverksetan og at skipa so fyri, at næmingarnir fáa roynt síni skapandi evni, sítt hugflog og royndir í nýhugsan, har teir bæði fáa høvi til at arbeiða við og leggja fram egin hugskot.
Sum partur av SkúlaFM fáa næmingarnir undirvísing í íverksetan yvirskipað og ástøðiliga, vitja fyritøkur og arbeiða við íverksetan á ein meiri ítøkiligan hátt. SkúlaFM endar við einari finalu, har næmingar úr ymiskum skúlum koma í kapping við hvønn annan.

Sum sagt verður finalan í ár 24. februar, og í hesum sambandi vilja vit søkja MBM um stuðul til pop top, kaka ella sopa til luttakarar og áhoyrarar, tilsamans 400 næmingar.

Fleiri møguleikar eru hjá MBM at vera sjónlig á tiltakinum. M.a við bannarum, lýsing á stóra skerminum til tiltakið, ella við at gera ein MBM bás í forhøllini við smaksroyndum ella líknandi. Og sjálvandi eru hesi ungu eisini møguligir keyparar til vørurnar hjá MBM.

more

Tíð

(Fríggjadagur) 09:00 - 13:00

Stað

Norðurlandahúsið í Føroyum

Norðari Ringvegur