Hitt ein serfrøðing

19jan16:0018:00Hitt ein serfrøðing16:00 - 18:00

Um tiltakið

Ókeypis tilboð til íverksetarar, sjálvstøðug og nýggjar fyritøkur

Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, so hevur tú nú møguleika at fáa serkøna hjálp ókeypis.

Íverksetarahúsið og Hugskotið skipa í felag hósdagin 19. januar fyri tiltakinum ‘Hitt ein serfrøðing’, sum er eitt tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

Hentir upplýsingar:

Hvar: Íverksetarahúsið, Garðavegur 57, 700 Klaksvík
Nær: Hósdagin 19. januar, kl. 16:00 – 18:00
Prísur: ókeypis og kaffi, the og annað gott verður at fáa
Tilmelding: Melda til á [email protected] ella [email protected]

Hesir ráðgevarar vera at hitta:

Brynhild Absalonsen frá Vinnuframa:
Stuðulsmøguleikar

Ráðgevi frá BankNordik:
Møguleikar fyri fígging

Birita Sandberg Samuelsen advokatur frá Sókn:
Fá tað juridiska uppá pláss

Niels Uni Dam frá Nudlavirkið:
Marknaðarføring. Búðmerki, lýsingar, heimasíður, online marknaðarføring v.m.

Óli Joensen frá Januar:
Bókhald, roknskapur, granskoðan v.m.

Garðar O. Justinussen og Nicholas Nielsen frá TAKS:
Stovnan av virki, mvg v.m.

Tiltakið er fyriskipað á tann hátt at tá ið tú møtur í Íverksetarahúsinum liggja seðlar tú kanst taka. Tú tekur teir seðlar tú kundi hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. T.d kanst tú taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16:00 til 16:20 og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16:20 til 16:40. Tú kanst taka so nógvar seðlar sum tú vilt, tó bara ein frá hvørjum ráðgeva. So tað ræður um at møta í góðari tíð, og taka teir seðlarnar tú ynskir.

Íverksetarahúsið og Hugskotið

more

Tíð

(Hósdagur) 16:00 - 18:00

Stað

FO 700