mai, 2016
03mai16:0018:00Hitt ein serfrøðing16:00 - 18:00 Reinsaríið, Tórsgøta 3, Tórshavn
Um tiltakið
Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, so hevur tú nú møguleika at fáa serkøna hjálp ókeypis. Íverksetarahúsið og Hugskotið skipa í
Um tiltakið
Ert tú íverkseti og hevur tín fyritøka tørv á einum íkasti frá einum fakfólki ella serfrøðingi, so hevur tú nú møguleika at fáa serkøna hjálp ókeypis.
Íverksetarahúsið og Hugskotið skipa í felag týsdagin 3. mai fyri tiltakinum ‘Hitt ein serfrøðing’, sum er eitt tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 15 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.
Tíð
(Týsdagur) 16:00 - 18:00
Stað
Reinsaríið
Tórsgøta 3, Tórshavn
Fyriskipari
Íverksetarahúsið og Hugskotið