Íverksetarahúsið 10 ár

17feb13:0015:00Íverksetarahúsið 10 ár13:00 - 15:00

Um tiltakið

Í januar mánað í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn og hetta fara vit at seta fokus á við tiltaki og kjakfundi um íverksetan 17. februar

Fríggjadagin 17. februar frá kl 13:00 til 15:00 verður tiltak í Íverksetarahúsinum har íverksetan og innovatión í Føroyum verður sett í brennidepilin. Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Á tiltakinum fríggjadagin verður fokus sett á íverksetaramentanina í Føroyum og kjakað verður um týdningin at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Hava vit í Føroyum eitt umhvørvið sum virðir tey sum tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd? Hava nýggjar vinnur bestu umstøður at spretta soleiðis, at nýggj arbeiðspláss verða skapt? Er íverksetaramentanin í landinum nóg sterk, og hvussu sær fullkomna framtíðarsamfelagið út við atliti til íverksetan og innovatión?

Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum og kjaki við luttøku av vinnulívsfólkum, lands- og kommunupolitikarum, og endað verður við lítlari reseptión. Nærri skrá verður kunngjørt seinni.

Tiltakið, sum verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, er ókeypis.

more

Tíð

(Fríggjadagur) 13:00 - 15:00

Stað

FO 700