Pop-up ráðgeving - Sundalagið

30nov15:0017:00Pop-up ráðgeving - Sundalagið15:00 - 17:00 Oyrarbakkavegur 3, Oyrabakki

Um tiltakið

Í sambandi við íverksetaravikuna fara Íverksetarahúsið og Vinnuframi á ferð runt landið við pop-up ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.
Her verður møguligt hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar.

Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, so kanst tú á Pop-up ráðgeving hjá Íverksetarahúsinum og Vinnuframa fáa svar uppá flestu spurningar í hesum sambandi.

Her verður møguligt hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar. Seinasti stýrisfundur – og tískil seinasta freist at søkja um stuðul í ár – verður 14. des og umsóknir skulu vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn stýrisfund, tvs 7. des.

Tað er ikki er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn.

more

Tíð

(Mikudagur) 15:00 - 17:00

Stað

Kommunuskrivstovan,

Oyrarbakkavegur 3, Oyrabakki