Tiltak um íverksetarafeløg
23mai16:3017:30Tiltak um íverksetarafeløg16:30 - 17:30 Tórsgøta 3, Tórshavn
Um tiltakið
23. mai skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Reinsarínum í Tórshavn, har ljós verður varpað á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum Skjótt verður møguligt at stovna íverksetarafeløg í Føroyum.
Um tiltakið
23. mai skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Reinsarínum í Tórshavn, har ljós verður varpað á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum
Skjótt verður møguligt at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta inniber m.a. at ein kann koma í gongd við sítt virksemi við einum kapitali á 1,- kr.
Løgtingið samtykti 21. maj 2016 fleiri ymiskar broytingar í partafelagslógini, sum hava til endamáls at gera tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur.
M.a. verður møguleiki at seta á stovn íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd við einum kapitali á 1 kr. Sambært lógaruppskotinum er málbólkurin fyri íverksetarafeløg íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi.
Hesin málbólkur fær nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innan fyri vinnufelagarættarliga rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging.
Tað er Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá Advokatskrivstovuni, sum fer at greiða nærri frá hesum møguleikanum.
Tiltakið verður mánadagin 23. mai frá kl. 16:30 til 17:30 í Reinsarínum í Tórshavn, og er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
more
Tíð
(Mánadagur) 16:30 - 17:30
Stað
Reinsaríið
Tórsgøta 3, Tórshavn