Tiltak um Patent

25okt16:3018:00Tiltak um Patent16:30 - 18:00 Hoyvíksvegur 51

Um tiltakið

Týsdagin 25. oktober skipa Íverksetarahúsið og Vinnuframi fyri kunningarfundi um patent.

Hevur tú uppfunnið nakað nýtt, so kann vera umráðandi at verja rættin til hugskotið. Við einum patenti fært tú einarætt at framleiða og selja títt hugskot.

Endamálið við tiltakinum er, at varpa ljós á møguleikar og tilgongdina hjá íverksetum og vinnuni at søkja um patent.

Kristina Samuelsen, advokatur, fer at greiða frá um praktisku tilgongdina við at søkja patent, umframt at greiða yvirskipað frá um lógarverkið.
Eisini fara tveir íverksetarar/fyritøkur at siga frá teirra royndum við at søkja og fáa játtað patent.

Tiltakið, sum er ætlað íverksetum, vinnuni og øðrum áhugaðum, er ókeypis og byrjar týsdagin kl 16:30 í hølunum hjá Vinnuframa í Tórshavn, Hoyvíksvegur 51.

more

Tíð

(Týsdagur) 16:30 - 18:00

Stað

Vinnuframi

Hoyvíksvegur 51