Evropeisk íverksetarakapping í gongd!

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

ebg_kreativ_hugskot_mini

Sera kreativir næmingar við borðinum rokaðum við nýggjum hugskotum!

Viðareiði surraði av kreativari hugskotsmenning og góðum sølu framførslum hósdagin 3. november, tá Íverksetarahúsið skipaði fyri heildags Innovation Camp á Hotel Norð.

30 vælupplagdir næmingar úr Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og Tekniska skúla í Klaksvík lótu ongan iva verða um, at Føroyar enn einaferð vilja luttaka í evropeisku íverksetarakappingini European Business Games (EBG) við fullari megi.

Uttan iva inspirerar tað næmingarnar almikið, at tær tríggjar Sára Mikkelsen, Sólja Thorleifdóttir og Sóleyð Jacobsen úr Fiskivinnuskúlanum, vunnu prísin fyri besta kreativa hugskotið í seinastu finaluni í Italia í juni mánaða í ár.

Tað sást týðuliga í innsatsinum, sum næmingarnir løgdu eftir seg hendan spennandi íverksetardagin á Viðareiði. Í einum kreativum hugskotsrúmi, einum innovativum gulum rúmi og einum entreprenantum bláum rúmi, vórðu fleiri nýggjar næmingafyritøkur stovnaðar, sum í harðari kapping løgdu teirra íverksetan fram við spennandi sløuframførslum. Besta framførslan vann dagsins virðisløn.

Alt í alt ein produktivur og spennandi dagur við einum knallgóðum næmingainnsatsi og inspirerandi fyrilestrum frá Íverksetarahúsinum og Navia.