Íverksetarahúsið karmur um coach útbúgving

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

untitled

Í vikuni var lív í Íverksetarahúsinum, tá danski prógvdómarin frá fyritøkuni Axept, handaði 8 næmingum prógv sum Professional Coach. Gleðin var stór tá seinasti næmingurin kom út úr prógvtøkuhølunum, við váttan at hava megnað royndina. Eftir at Charlotte frá Axept hevði handað øllum næmingunum prógv, var pinnamatur og hugni til øll. Niclas Heri Jákupsson, sum eisini fekk handað prógv hendan dagin, er ein av stigtakaranum til hesa útbúgving í Føroyum: “Eg gekk sjálvur við ætlanum at fara niður at lesa til Coach, men hví fara til fjallið, tá fjallið kann koma til ein? Eg saman við øðrum hava nú gjørt avtalu um at stova ein Coach-skúla í Klaksvík, sum kemur at hava 12 næmingar, tvær ferðir um árið. Vit hava haft eitt sera jaligt og gevandi samstarv við Íverksetarahúsið, og meiningin er at tað skal halda á fram. Komandi skúli byrjar fyrst í februar 2012”.

X