Fernisering í Smiðjuni í Lítluvík

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

download

Fríggjadagin var ein spennandi fernisering í Smiðjuni í Lítluvík.

Maðurin handan framsýningina er Jóan Pauli Poulsen, sum alt sítt lív hevur teknað, men ongantíð – fyrr enn nú – hevur víst síni evni fram alment.

Til upplatingina í einum fullsettum hølum greiddi Jóan Pauli frá, at hann hevði fingið avgerandi inspiratiónina til framsýningina á einum Yes we can! skeiðið, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri.

Av sonnum ein spennandi og inspirerandi løta saman við einum listarmanni, sum valdi at taka stigið fult út frá hugskoti til realisering. Á framsýningini stillar kona Jóan Paula, Jórunn Dánialsdóttir Poulsen, eisini fram broderaðar myndir og heimagjørdar pútur. Samanlagt ein spennandi framsýning.

Vit í Íverksetarahúsinum ynskja Jóan Paula og Jórunn hjartaliga tillukku við framsýningini, og góða eydnu framyvir.