Íverksetan á veg fram!

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

Fyri Íverksetarhúsið hevur 2011 verið eitt gott og virkið ár.
Vit hava ráðgivið 40 verkætlanum og seriøsum hugskotum til nýtt virksemi. Branding átakið fyri íverksetan, Ársins Íverksetaradagur, varð hildin á triðja sinni, og gjørdist Óla Kristian á Torkilsheyggi Ársins Íverkseti.

Fyrsta finalan í umfatandi íverksetarakappingini fyri fólkaskúlar, SkúlaFM, varð hildin í stórslignu Klingruni hjá Føroya Tele. Fyrsti Ársins Íverksetaraskúli gjørdist Nám X í Eysturskúlanum í Tórshavn. Í heyst fór onnur SkúlaFM kappingin av bakkastokki við luttøku av seks fólkaskúlum kring alt landið.

Á miðnámsskúlaøkinum megnaði næmingafyritøkan Skrubbuglimmur frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna at vinna kreativa prísin á evropeisku finaluni í Italia.

Eins og undanfarin ár, eru fýra almenn skeið í íverksetan avrikaði í ár. Í 2011 hevur Íverksetarahúsið, saman við Torben Ravn Rasmussen, patentráðgeva hjá Awapatent, skipað fyri síni aðru Patentviku, har átta íverksetar presenteraðu 15 nýggj hugskot, sum áhugi er fyri at patentera. Fimm av hugskotunum fóru víðari til nýggjheitskanningar, sum gera av, um tey kunnu søkja patent. í samstarvi við ALS hevur Íverksetarahúsið staðið fyri seks væleydnaðum Yes We Can íverksetara- og motivatiónskeiðum fyri arbeiðsleys. Fleiri av luttakarunum er síðani komin í gongd í nýggjum størvum og við nýggjum virksemi á ymiskum økjum.

Í 2011 varð komið á mál við nýggju fyritøkuni GreenIQ, sum nú í desember byrjaði framleiðslu og sølu av nýggjum, patenteraðum oljuskiljara. Fyri okkum í Íverksetarahúsinum hevur tað verið ógvuliga spennandi at fylgt Grettir Hammer og Jóhan Fagraklett frá tí degi, teir stukku inn á gólvið í 2008 við sínum hugskoti. Umframt GreeniQ eru nakrar aðrar verkætlanir, sum Íverksetarahúsið hevur ráðgivið í, á veg, og sum hava góðan møguleika at gerast veruleiki í næstum.

Í 2011 hava vit eisini havt tað gleði, at privata vinnulívið av álvara hevur sýnt sín stuðul. Í januar 2011 gjørdist BankNordik høvuðssponsorur hjá Íverksetarahúsinum, samstundis sum Chr. í Grótinum, Bakkafrost og Havsbrún eisini valdu at sponsorera nýggja SkúlaFM átakið.

Afturat vinnuliga uppbakninginum, hevur okkara samstarv við Vinnumálaráðið síðani byrjan, og við Mentamálaráðið síðani í heyst, verið ógvuliga fruktagott, og gjørt tað møguligt at hildið eitt høgt virkisstøði.

Hartil kemur ósvitalgi uppbakningurin hjá Klaksvíkar Kommunu, sum frá fyrsta degi veruliga hevur gjørt sítt til, at vit síðani 2007 hava kunnað havt ein fokuseraðan innsats á íverksetaraøkinum í hesum landi.

Øllum íverksetum, okkara sponsorum, samstarvspartnarum og virknu netverkum, takka vit hjartaliga fyri gott og úrslitaríkt samstarv í 2011, við ynskinum um eini gleðilig jól og eitt framtaksríkt nýggjár.

Íverksetarahúsið er farið í jólafrí, opið verður aftur 2. januar í 2012.