SkúlaFM finala 2012

Íverksetarahúsið

j

15/02/2012

dsc04065

Fríggjadagin 24. feb. fer Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, at seta stóra íverksetara átakið SkúlaFM 2012.

Tað verður kl. 9:30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, tá føroyameistarin í íverksetan skal finnast millum teir seks luttakandi skúlarnar.

Síðani seinast í august 2011, hava Sandoyar Meginskúli, Stranda skúli, Fuglafjarðar skúli, Nám X, Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrø arbeitt miðvíst við ætlanini um at vinna føroyameistaraskapin í íverkstan.

Kappingin, sum byrjaði við fleiri enn 400 næmingum, er nú tódnað inn til ein bólk úr hvørjum skúla, við færri enn 20 næmingum tilsamans, sum hava kvalifiserað seg til sjálva finaluna.

Í hesum døgum sita næmingarnir og leggja seinastu hond á virkisætlan og framløgu. Teirra avrik verða dømd av eini dómsnevnd, har Jónhild Rasmussen, Føroya Tele, Tór Verland Johannesen, BankNordik, og Kitty May Ellefsen, Íverksetarahúsið, sita.

Tað er Íverksetarahúsið, sum saman við privatum og almennum partnarum, skipar fyri SkúlaFM. Spennandi kappingin er samstundis partur av arbeiðinum at skapa gróðrarbotn fyri íverksetan í fólkaskúlanum.

Skrá:

9:30 Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, setur dagin
9:45 Nám X band spælir
10:00 Næminga framløgur og presentatiónir
11:00 Nám X band spælir
11:30 Dómsnevndin kunnger vinnaran
11:45 Jóhan Dahl, vinnumálaráharri, og Tór Verland Johanesen, BankNordik, handa virðislønir