Fjarnám bjóðar hølir til lesandi í jólafrítíðini

Íverksetarahúsið

j

08/12/2015

11136085_1573940239514169_2966358284163171310_o

Lesandi, sum hava tørv á hølum og góðum arbeiðsumstøðum í jólafrítíðini, kunnu aftur í ár fáa atgongd til kreativ hølir hjá Fjarnám.

Hetta er eitt tilboð til teirra, sum eru heima í Føroyum í jólafrítíðini, og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða, saman við øðrum lesandi.

Við at venda sær til Fjarnám á telefon 288743 ella [email protected], fær tann lesandi útflýggjaðan ein lykil til hølini við at rinda kr. 300,- í depositum.