Tú hevur hugskotið, vit hava innivist

Íverksetarahúsið

j

17/12/2015

11136085_1573940239514169_2966358284163171310_o

Situr tú við einum hugskoti tú kundi hugsað tær at arbeitt víðari við, so set teg í samband við okkum.

Nýggju hølini í Íverksetarahúsinum eru endiliga liðug. Fyrst í komandi ári verða vit tískil aftur klár at taka ímóti íverksetum við lovandi virkisætlanum í nýskapandi umhvørvinum í Íverksetarahúsinum.

Íverksetarahúsið veitir ráðgeving og sparring í samband við uppstart av fyritøku.
Vit gjøgnumganga hugskotið saman við tær, og vegleiða tær í hvussu tú miðvíst kanst menna fyritøkuna ella vøruna, fáa ferð á, og skapa úrslit.
Í kreativa umhvørvinum í Íverksetarahúsinum eru góðar arbeiðsumstøður við øllum vanligum skrivstovuhentleikum. Harumframt eru nógv viðkomandi tiltøk á skrá, so sum fyrilestrar og verkstovur, og tú fært eitt spennandi netverk við teimum ið húsast og starvast her, umframt tað tilknýti vit hava til vinnuna.

Íverksetar ið ikki hava tørv á innivist eru eisini vælkomin at seta seg í samband við okkum, at hoyra um møguleikarnar ið vit hava at bjóða teimum.