Fyrilestur um fígging

Íverksetarahúsið

j

13/01/2016

12219368_1101891496509182_4835555368490711101_n

Hóskvøldið 21. jan. kl 19:00 bjóðar Íverksetarahúsið aftur inn til netverkskvøld har íverksetarar, vinnulívsfólk og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Fyrsta tiltakið í ár fer at snúgva seg um møguleikan at fíggja sítt hugskot, frá byrjan til fyritøkan hevur eitt trygt grundarlag.

Fyrilestrarhaldari er Bjartur Nolsøe, sum byrjaði sum stjóri í Íverksetarahúsinum í desember í fjør. Tað er ein sannroynd at fígging er ein afturvendandi avbjóðing hjá íverksetum, og Bjartur hevur drúgvar royndir innan fíggjarheimin sum kunnu gagna íverksetum.

Fíggja títt hugskot

Kennir tú fíggingartørvin hjá tær tá hugskotið er har?
Kennir tú teir ymsu fíggingarhættirnir?
Veist tú hvat slag av fígging tú hevur brúk fyri alt eftir hvussu langt tú ert komin við tínum hugskoti?

Ynskir tú at fáa meir at vita um hetta, so er tiltakið júst fyri teg.

Tiltakið verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected] Avmarkað pláss.

X