Føroysk fígging og ílegging

Íverksetarahúsið

j

26/01/2016

eik-klaksvik

Hósdagin 4. feb. kl 17:00 skipar Íverksetarahúsið fyri kunningarfundi um fígging og ílegging í hølunum hjá Eik í Klaksvík.

Endamálið við tiltakinum er, at varpa ljós á hvørjir møguleikar eru hjá íverksetum og vinnuni tá talan er um fígging.

Vinnuframi, Eik, Royndin og Framtak fara at greiða frá, hvat skal til hjá einum íverkseta ella fyritøku fyri at fáa stuðul, fígging ella ein íleggjara. Eisini verður høvi at seta teimum spurningar.

Íverksetarahúsið hevur dagliga samstarv við føroyskar íverksetarar, ið hava spurningar sum:

Hvussu fái eg fígging?
Hvussu finni eg ein íleggjara?
Hvørji eru krøvini til mín sum íverkseti?

Hesum spurningum fara omanfyri nevndu at svara hósdagin.

Vinnuframi hevði eitt líknandi tiltak í iNova høllini í fjør har undirtøkan var stór. Tí er avgjørt at skipa fyri sama tiltaki í Klaksvík.

Tiltakið, sum er ætlað íverksetum, vinnulívsfólkum og øðrum áhugaðum, er ókeypis og byrjar hósdagin kl. 17 í hølunum hjá Eik í Klaksvík, Bøgøta 1.

Sí tiltak á Facebook