Íblástur til strategiska nýskapan

Íverksetarahúsið

j

07/02/2016

eydbjorn1

Hósdagin 18. feb kl 16:00 bjóðar Íverksetarahúsið aftur inn til netverksfund. Hesaferð bjóða vit stjórum og leiðarum í kommunalum og almennum stovnum at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Evnið verður strategisk nýskapan og Eyðbjørn Poulsen frá Leiðsluhúsinum undirvísir:

Vilt tú menna virksemi í tínum stovni?
So er hetta tiltakið, sum fer at snúgva seg um hvussu stovnurin við nýskapandi amboðum og hættum kann menna sítt virksemi, júst fyri teg. Við hesum fær stovnurin møguleika fyri áhaldandi at skapa framburð fyri samfelagið, og ikki minst fyri kundarnar.

Leiðsluhúsið fer í vár at hava skeið innan strategiska nýskapan fyri stjórar og leiðarar í kommunalum og almennum stovnum. Á tiltakinum kunnar Leiðsluhúsið stutt hvat hetta skeið fevnir um. Les meira um skeiðið her.

Tiltakið verður hósdagin 18. februar frá kl. 16:00 til 17:00 í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, og er ókeypis.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected]. Avmarkað pláss.