Opið hús í Íverksetarahúsinum

Íverksetarahúsið

j

08/02/2016

32437_r_705_0

Í sambandi við at nýggju hølini í Íverksetarahúsinum eru liðug, og at tað nú er klárt at taka ímóti íverksetarum, verður opið hús fríggjadagin 12. feb. frá kl. 15.00 og so leingi, sum fólk koma. Tað er á gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro á Garðavegi 57 í Klaksvík.

Seinastu tvey árini hevur loftið í Íverksetarahúsinum verið undir umvæling, men nú er arbeiðið liðugt og høvi verður fríggjadagin at síggja loftið og umstøðurnar annars í húsinum.

Víst verður runt í húsinum, eins og greitt verður frá tí, sum nú gongur fyri seg í húsinum, og teimum møguleikum, sum verða frameftir. Pláss verður fyri munandi fleiri fólkum í húsinum til tað virksemi, sum frameftir verður í húsinum og tí kunnu íverksetarar nú aftur søkja um innivist í Íverksetarahúsinum. Les meira um møguleikan her. 

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin á gátt.