Kom í gongd – Sandoy

Íverksetarahúsið

j

09/02/2016

Kommunuskrivstovan (1)

Startup Kafé

Droymir tú um at stovna egna fyritøku, ella ert tú júst byrjaður?

Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú júst sett á stovn egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, so kanst tú á Startup Kafé hjá Íverksetarahúsinum fáa bæði svar uppá flestu spurningarnar og samstundis íblástur til at koma víðari við tínum dreymi ella fyritøku.

Á Startup Kafé fært tú íblástur til, hvat tú serliga skalt brúka tíð uppá áðrenn tú fert í gongd. Umframt at tú fært samlað upp uppá tey viðurskifti tú ikki náddi áðrenn tú byrjaði.

Hentir upplýsingar:

  • Hvar: Kommunuskrivstovan á Sandi.
  • Nær: Mikudagin 24. feb. kl. 19:00 – 21:30
  • Tilmelding: Melda til á [email protected]

 

Vælkomin og byrjan

– Stutt um Íverksetarahúsið

Handilskonsept

– Fá amboð at arbeiða við virðinum av tínum hugskoti

Søla og marknaðarføring

– Hvussu fái eg mínar fyrstu 10 kundar?

Stuttur steðgur og netverkan

Rakstur

– Amboð og kunning um fíggjarætlan og fíggjarstýring – Hvussu fái eg fígging til mítt hugskot

Fyriskipan og løgfrøði

– Hvat slag av fyritøku skalt tú velja

Komu vit á mál – samanumtøka

Eftir tiltakið er møguleiki fyri at steðga á og fáa eitt prát um júst títt hugskot.

X