Kom í gongd – Suðuroy

Íverksetarahúsið

j

26/02/2016

Fjarlestrardepilin-2013 (1)
Startup Kafé

Droymir tú um at stovna egna fyritøku, ella ert tú júst byrjaður?

Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú júst sett á stovn egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, so kanst tú á Startup Kafé hjá Íverksetarahúsinum fáa bæði svar uppá flestu spurningarnar og samstundis íblástur til at koma víðari við tínum dreymi ella fyritøku.

Á Startup Kafé fært tú íblástur til, hvat tú serliga skalt brúka tíð uppá áðrenn tú fert í gongd. Umframt at tú fært samlað upp uppá tey viðurskifti tú ikki náddi áðrenn tú byrjaði.

Hentir upplýsingar:

Hvar: Fjarlestrardeplinum í Vági.
Nær: Mánadagin 14. mars. kl. 19:00 – 21:30
Tilmelding: Melda til á [email protected]

 

Vælkomin og byrjan
Stutt um Íverksetarahúsið

Handilskonsept
Fá amboð at arbeiða við virðinum av tínum hugskoti

Søla og marknaðarføring
Hvussu fái eg mínar fyrstu 10 kundar?

Stuttur steðgur og netverkan

Rakstur
Amboð og kunning um fíggjarætlan og fíggjarstýring
Hvussu fái eg fígging til mítt hugskot

Fyriskipan og løgfrøði
Hvat slag av fyritøku skalt tú velja

Eftir tiltakið er møguleiki fyri at steðga á og fáa eitt prát um júst títt hugskot.