Fjarnám opið hús

Íverksetarahúsið

j

26/05/2016

32437_r_705_0

Fjarnám hevur opið hús

Ætlar tú tær undir fjarlestur aftaná summarfrítíðina, so skal tú kvika tær, tí umsóknarfreistin nærkast í stórum. Freistin at søkja inn á ein hægri skúla í Føroyum er 1. juli og í Danmark 5. juli.

Tørvar tær leiðbeining, eitt nú til at finna ta røttu útbúgvingina, vegleiðing í at søkja ella at finna rætta útbúgvingarstuðulin, ert tú vælkomin at tosa við okkum á Fjarnámi. Deirdre Hansen vegleiðari, hjálpir fólki við spurningum í samband við lestur og førleikamenning.

Tá tú er sloppin inn á tína útbúgving stendur Fjarnám opið til tín at brúka sum lestrarstað, títt campus, har tú kanst sita og lesa, skriva uppgávur, fylgja undirvísing gjøgnum internetið og hitta onnur lesandi.

Í tí sambandi hevur Fjarnám saman við Íverksetarahúsinum opið hús hósdagin 9. juni frá klokkan 10:00 til 18:00.
Tað er á gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro á Garðavegi 57 í Klaksvík.

Víst verður eisini runt í húsinum, eins og greitt verður frá tí, sum nú gongur fyri seg í húsinum, eins og teimum møguleikum, sum eru og verða frameftir.

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin á gátt.