Snarskeið í Unity til spælmenning

Íverksetarahúsið

j

29/05/2016

166841_1819938985235_2554439_n

Í samband við FT GameJam 2016, sum verður vikuskiftið 10. til 12. juni, skipar Íverksetarahúsið fyri tveimum ókeypis innleiðandi snarskeiðum í spælmenningarforritinum Unity.

Unity er eitt forrit, ið spakuliga hevur ment seg til industristandard. Orsøkin er, at forritið koyrir skjótt, hevur ótrúliga nógvar møguleikar til framleiðslu av spølum til allar platformar, og at tað nýtir eina intuitiva komponent-grundaða skipan til forritarnar.

Skeiðini verða í :

  • Klaksvík týsdagin 7. juni kl. 18:00 til 21:00 á Garðavegi 57
  • Tórshavn mikudagin 8. juni kl. 18:00 til 21:00 á Lutzentrøð 4

Talan er um sama skeið í Klaksvík og Tórshavn, so bara er neyðugt at melda til annað.

Skeiðið kemur inná hesir partar av Unity:

  • Tað komponent-grundaðu forritanarskipanina
  • Hvussu ein lættliga stovnar síni egnu ”prefabs”, ið eru lítlir partar av spælinum, ið ein kann hála inn á banar
  • Hvussu klassin ”MonoBehaviour” riggar, ið er tann undirliggjandi struktururin, sum øll scripts nýta
  • 2D animatiónir

Eisini verður møguligt at seta spurningar.

Ikki er neyðugt at duga at forrita, men sumt av tilfarinum er lættari at skilja um ein dugur C#. Skeiðið er tó so mikið grundleggjandi, at øll, sum melda til, burdu fingið okkurt burturúr!

Best er um luttakararnir installera Unity áðrenn skeiðsbyrjan. Tak niður her: https://unity3d.com/get-unity/download?ref=personal

Undirvísari er Kristian Sakarisson.

Tilmelding á [email protected] Skeiðið er ókeypis.

Vit síggjast!

X