Flyting, íblástur og íverksetan

Íverksetarahúsið

j

15/05/2011

kontorid_hja_kjolbro

Tvey skeið í ‘start-up’ íverksetan koyra í løtuni í Íverksetarahúsinum við tí endamálið at fáa neyðuga byrjunnar vitan til íverksetan og inspiratión til handling.

Tað eru skeið nr. 10 og 11 í røðini av hesum skeiðum, sum eru fyriskipað síðani Íverksetarahúsið byrjaði sítt virksemi í 2007.

Skeið nr. 10 verður hildið í Tórshavn, í Kaffihúsinum í Vágsbotni, meðan skeið nr. 11 verður hildið í legendariska Kjølbro byggninginum í Klaksvík, har Íverksetarahúsið nú heldur til.

Gestaluttakararnir hesuferð eru teir tríggir sukse íverksetararnir Regin W. Dalsgaard, stovnari og eigari av KT fyritøkuni GlobiSMS, Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av framleiðslufyritøkuni Navia, og Niclas Heri Jákupson, sølumaður, stovnari og eigari av ráðgevingar- og inspiratións fyritøkuni Fegin.

Skeiðið koyrir yvir trý kvøld við tveimum mótuum hvørt kvøldið.

Mótul nr. 1 og 2 eru: Hvar er eitt gott hugskot? Rani Nolsøe, og Far ígongd! Regin W. Dalsgaard.

Mótul nr. 3 og 4: Hvørjum brenna vit fyri? Rani Nolsøe, og Soleiðis gjørdi eg! Óla Kristian á Torkilsheyggi.

Mótul nr. 5 og 6: Lívsgleði sum brenniorka! Niclas Heri Jákupson, og Hvørjar møguleikar hava vit nú? Rani Nolsøe.

Næstu skeiðini verða væntandi fyriskipað fyrst í komandi ári.